Fyri hálvariaðru viku síðani gjørdu myndugleikarnir í Kina av at linka koronutiltøkini og harvið at fara burtur frá nulltoleransu-politikkinum, sum teir hava havt undir koronafarsóttini seinastu árini.
Smittan er nú farin at gera meira um seg í Kina, og hava myndugleikarnir í størsta býnum Shanghai heitt á flestu fólka- og miðnámsskúlarnar um at skipa fyri talgildari undirvísing burturav frá mánadegnum.
Dagstovnar í einum býarparti hava eisini fingið boð um at lata aftur frá mándegnum.
Nú kravið um negativa koronukanning á eitt nú matstovum og sóttarhald vórðu strikað herfyri, verður nú stúrt fyri, at smittan fer at spreiða seg millum íbúgvar í Kina, tá fólk síðst í januar fara at hátíðarhalda kinesiska nýggjárið, skrivar Ritzau.
Amerikanska Institute of Health Matrics and Evaluation (IHME) metir, at smittutalið kann eksplodera, nú Kina hevur linkað tiltøkini, og verður mett, at ein triðingur av fólkinum í Kina hevur havt smittuna, tá vit eru komin inn í apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald