Í Kina hava tey framvegis ein nulltoleransupolitikk, tá tað kemur til koronu, og seinastu vikuna hava myndugleikarnir aftur stongt fleiri býir orsakað av høgum smittutali.
Tiltøk eru m.a. sett í verk í býunum Datong, Xining, Nanjing, Xian, Zhengzhou og Wuhan, skrivar DR.
Seinastu dagarnar hava túsundatals fólk eisini verið innistongdir í Disneyland í Shanghai.
Orsøkin er, at myndugleikarnir leygardagin skrásettu tíggju smittutilburðir í býnum, har ein av teimum smittaðu hevði verið í Disneyland. Tí hava gestirnir fingið boð um, at teir bert sleppa út, um tey kunnu vísa á eina nýggja negativa koronukanning.
Men, sambært BBC kunnu innistongdu gestirnir tó ugga sær við, at allir hentleikar í undirhaldsgarðinum framvegis eru tøkir hjá teimum at nýta.
Myndugleikarnir heita eisini á øll, sum hava vitjað Disneyland síðan hósdagin um at lata seg kanna fyri koronu tríggjar ferðir.
Enn er ikki greitt, nær undirhaldsgarðurin letur uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald