2024-07-15 07:47
Amerikanska sjónleikakvinnan Shannen Doherty er deyð, 53 ára gomul.
Tað skrivar amerikanski miðilin People.
Doherty andaðist leygardagin 13. juli eftir at hava strídst við krabbamein í nógv ár, sigur talsfólk hennara. Hon fekk fyrstu ferð staðfest bróstkrabba í 2015.
Hon varð fødd í Memphis í statinum Tennessee 12. apríl 1971 og byrjaði at spæla sjónleik longu í barnaárunum.
Doherty er serliga kend fyri at hava spælt leiklutin sum Brenda Walsh í sjónvarpsrøðini Beverly Hills 90210, sum varð víst fyri fyrstu ferð í oktober 1990. Hon spældi við í fýra umførum av røðini frá 1990 til 1994.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald