Mentan

Sharons’men vitja Spaniastovu

Leygarkvøldið spæla Sharons'men á fyrsta sinni í Klaksvík

2019-06-05 14:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarkvøldið spæla Sharons'men á fyrsta sinni í Klaksvík. Karmar um konsertina er hugnaliga Spaniastovan frá 1838.

Sharons'men byrjaðu at spæla til undirvísing í fólkadansi í skúlanum hjá Sharon Weiss. Hetta hava teir gjørt í vetrarhálvuna í fleiri ár.

Summarhálvuna hava teir har aftur ímóti spælt rundt á okkara grønu vøkru oyggjum. Eitt nú til Fólkatónleikastevnu, Summartónar, á festivalum og ymsum spælistøðum.

Sharons'men viđ Kristian Blak á odda á klaverinum spæla hugnaligan írskan, skotskan og føroyskan fólkatónleik.

Í Sharons'men eru:

Janus á Húsagarđi, mandolin og sang, Eygun Mohr Hansen, guitar, Jóanis Erik Køtlum, harmoniku, Kristian Black á klaver og Mikkjal Helmsdal, floytu.

- Spaniastova

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder