Innanlands

Sheep latið nýggjan handil upp í Klaksvík

Lágpríshandil lat upp í Klaksvík klokkan 10 í morgun, og nógv fólk hava verið á gátt í dag

(Mynd: Dávur Winther)

(Mynd: Dávur Winther)

2021-07-23 19:40 Author image
Dávur Winther
placeholder

Klokkan 10 í morgun lótu tey dyrnar upp á Klaksvíksvegi 72, og hava nógv fólk vitjað síðani, sigur ein fegin Lis Waagstein, stjóri á Sheep.

Sheep er ein lágpríshandil, ið selur alt frá kropsrøkt-, húsarhaldsvørum, vakurleikavørum, kostískoyti og eisini djóramat.

Altíð nýggjar vørur, og royna vit at skifta vørurnar títt út við aðrar og nýggjar vørur. Sheep lat dyrnar upp á fyrsta sinni tann 28. apríl 2017 á Hálsi í Havn.

Nú er so latin upp nýggjur handil í Klaksvík í egnum hølum, sum vit eru rættiliga spent uppá, sigur ein glað Lis Waagstein.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder