Innanlands

Síðsta stigið áðrenn allar avmarkingar verða avtiknar

Í 14 dagar afturat verður hámark fyri hvussu nógv kunnu savnast, men sóttarhaldsreglurnar verða nú aftur linkaðar, soleiðis at bara smittað fólk skulu í sóttarhald. Hini í húskinum skulu ikki í sóttarhald longur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-15 00:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á midnátt vóru aftur tillagingar gjørdar í koronutilmælunum frá mynduleikunum. Hetta er seinasta stigið áðrenn øll tilmæli tann 28. februar fara úr gildi.

Hámarkið á, hvussu nógv kunnu savnast er framvegis í útgangsstøðinum 100, men annars hava føroyingar livað meira ella minni frítt.

Síðani 1. februar hevur tað kortini verið soleiðis, at tøtt samband við fólk, sum búgva saman við einum smittaðum skulu í sóttarhald, og annars lata seg kanna tríggjar dagar eftir kanningina hjá tí smittaða. Tey sum eru koppsett við øðrum ella triðja priki sluppu undan sóttarhaldi.

Hetta fer nú úr gildi, og tað eru nú einans smittað, sum skulu í sóttarhaldi. Hetta eru fólk sum hava fingið positivt úrsli av eini skundkanning ella eini PCR-aknning.

Tann 28. februar verða allar koronuavmarkingar tiknar av um sjúkrahúsverkið ikki er undir ov stórum trýsti, og at aðrir týdningamiklir stovnar í samfelagnum kunnu hava vanligt virksemi.

[object Object]

Annar hvør

Meira enn annar hvør føroyingur hevur havt koronu. Sambært Hagstovuni búgva 53.664 fólk í Føroyum, og 29.065 fólk hava higartil havt koronu. Tað eru 54 prosent.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder