Í summar hevur verið møguligt at upplivað nøkur av mest markantu listafólkunum á føroyska samtíðarlistapallinum í Norðurlandahúsinum. Framsýningin Scherzo – føroysk samtíðarlist inniheldur verk eftir níggju listafólk, sum arbeiða við nógvum ymiskum miðlum og úttrykkum.
Her eru málningar, grafikkur, standmyndir, tekstilar, ljóð, video og tekstur. Saman skapa tey eina fjølbroytta mynd av føroyskari samtíðarlist júst nú.
Fyri at runda framsýningina av bjóðar Norðurlandahúsið inn til finissage og ein síðsta møguleika at uppliva verkini.
Skráin bjóðar upp á eina innleiðslu frá Kinnu Poulsen, kuratori, eina framførslu við listaduoini SUPERVISJÓN, umframt útgávu av framsýningarkataloginum, sum verður givið út í avmarkaðum upplagi. Fleiri av listafólkunum úr framsýningini verða til staðar, og okkurt gott verður at drekka.
Framsýningin hevur verk eftir Hansinu Iversen, SUPERVISJÓN við Lív Mariu Róadóttur Jæger og Lasse Jæger, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Silju Strøm, Jens Dam Ziska, Dan Helga Helgason í Gong og Vár B. Samulsen.
Síðsti møguleiki at síggja Scherzo – føroysk samtíðarlist er 9. august. Finissage verður fríggjadagin 7. august kl. 16.00. Húsið er opið til kl. 19.00.
Norðurlandahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald