Síðsti túrur áðrenn fráferð í morgin

74 súkklarar og 21 hjálparfólk á trimum liðum eru við á Rynkeby súkkluferðini til Paris í summar. Í morgin súkkla tey úr Klaksvík til Havnar við fleiri støðgum á vegnum

(Mynd: Sunda kommuna)

(Mynd: Sunda kommuna)

2024-06-26 17:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríggjanáttina fer ársins lið av Rynkeby-súkklarum avstað við Norrønu á árliga súkklutúrin til Paris við tí endamáli at vekja áhuga og stuðla børnum, ið eru rakt av krabbameini og øðrum álvarsligum sjúkum.

Í morgin, hósdagin 27. juni, verður sokallaði prologurin áðrenn fráferð. Á prologinum fara súkklararnir at vitja kommunur og fyritøkur, sum skipa fyri almennari móttøku fyri súkklarunum.

Lagt verður fyri klokkan 10.30 á Helnabrekku í Klaksvík, har Klaksvíkar kommuna er vertur. Áðrenn leiðin verður sett móti undirsjóvartunnlinum verður støðgað við Klaksvíkar sjúkrahús klokkan 11.20 til 11.35.

Síðani er túrurin hesin:

Kl. 12.20-12.35: Eysturkommuna í Norðragøtu
Kl. 13.15-13.30: Bakkafrost á Glyvrum
Kl. 13.35-14.00: Betri í Saltangará
Kl. 14.10-14.40: Nes kommuna, Toftir
Kl. 15.00-15.25: Sjóvar kommuna, Strendur
Kl. 16.50-17.20: Margáir, Streymnes. Sunda kommuna er vertur.
Kl. 19.20-20.15: Perlutorgið, Havn. Tórshavnar kommuna er vertur.

Tiltøkini eru almenn, og øll eru vælkomin at heilsa uppá og ynskja góðan túr.

Tá ið prologurin er liðugur, gera súkklararnir og tænastutoymini klárt til at fara av landinum. Fríggjanáttina fer Team Rynkeby Føroyar við Norrønu til Hirtshals.

Komin til Danmarkar leygardagin súkkla tey til Aalborg. Haðani verða tey koyrd til Niebüll í Norðurtýsklandi, har langi súkklutúrurin byrjar sunnumorgunin.

Á ferðini súkkla tey fýra dagar í Týsklandi, fara líka at venda í Niðurlondum, eru ein dag í Belgia og tríggjar dagar Fraklandi. Tilsamans 1.250 kilometrar og 5.400 hæddarmetrar.

Á fyrsta sinni hevur Team Rynkeby Føroyar eitt fjallalið: Team Rynkeby Sornfelli.

Fjallaliðið fer fríggjamorgunin við Atlantsflogi til Danmarkar og síðan víðari til Genève í Sveits og koyra til franska alpubýin Brides-les-Bains. Hópurin fer at súkkla í fronsku alpunum í tríggjar dagar, áðrenn tey súkkla norður til Paris. Hesa vikuna súkkla tey 945 kilometrar og 13.800 hæddarmetrar.

Fríggjakvøldið 5. juli hittast føroysku liðini í Melun, sum er eitt sindur sunnan fyri franska høvuðsstaðin. Liðini fylgjast og súkkla sum ein hópur til Paris leygardagin 6. juli, tá ið ferðin endar.

Hetta er 11. árið, at Team Rynkeby Føroyar hevur lið, sum súkklar til Paris. Undirtøkan fyri at vera við í felagsskapinum og áhugin at stuðla innsavningini hjá Team Rynkeby er vaksin á hvørjum ári.

Fyrsta árið vóru umleið 30 súkklarar og hjálparfólk, sum fóru avstað. Í ár eru knapt 100 fólk – 74 súkklarar og 21 hjálparfólk – á tilsamans trimum liðum, Team Rynkeby Føroyar og Team Rynkeby Sornfelli, sum fara avstað. Tveir føroyingar fara eisini at súkkla við altjóða liðnum, sum byrjar túrin í Barcelona.

[object Object]
(Mynd: Sunda kommuna)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder