2021-08-30 22:59
Í 20 ár hava amerikanskar herdeildir verið til staðar í Afghanistan, men nú eru eingir hermenn eftir.
Síðsta flogfarið er farið úr afghanska høvuðsstaðnum Kabul í dag, váttar Kenneth McKenzie, generalur í herinum, sambært Reuters.
Seinastu dagarnar eru fleiri enn 123.000 borgarar flutt út úr landinum af amerikanarum ella teirra sameindu.
- Vit fingu ikki øll tey, sum vit vildu, út. Men eg vænti, at hóast vit høvdu verið 10 dagar afturat í landinum, høvdu vit heldur ikki fingið øll út, segði McKenzie á einum tíðindafundi í Pentagon í kvøld.
Kríggið í Afghanistan hevur kostað 2461 amerikonskum herfólkum og borgarum lívi, og fleiri enn 20.000 eru særd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald