Innanlands

Sig mær, hvørjum tú fylgist við – virðir, handil og uttanríkispolitikkur

4. mai skipar Javnaðarflokkurin á fólkatingi fyri ráðstevnu á Hotel Føroyum

Ráðstevnan verður á Hotel Føroyum 4. mai (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Ráðstevnan verður á Hotel Føroyum 4. mai (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-04-27 12:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Spenta støðan í heiminum hevur við sær, at størri trýst verður lagt á smá lond at velja síðu. Men eisini at virðir fara at fylla meira í uttanríkis- og handilspolitikki.

Eiga vit at velja ávísar marknaðir frá? Hvat hendir, tá vit drepa springarar? Hvussu týdningarmikil eru virðir, ella at Russland fer í kríggj? Og hvørjum londum skulu vit fylgjast við?

Hesi evni verða lýst á ráðstevnu á Hotel Føroyum mikudagin 4. mai kl. 15.00-17.30.

Eftir framløgurnar verður politiskt kjak.

Skrá

Small-state alignment with big powers: Picking the ride side?
Baldur Thorhallsson, professari og leiðari fyri deildina ”Small State Studies” á Universitetinum í Íslandi

Hvat halda føroyingar um Føroyar og heimin?
Heini í Skorini, ph.d. og lektari á Fróðskaparsetri Føroya

Viðbreknir búskapir og ekstern sjokk: Russland og springarar
Malan Óladóttir á Dunga, búskaparfrøðingur

Útflutningsvinnan og marknaðaratgongdin
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum

Sig mær, hvørjum tú fylgist við, og eg skal siga tær, hvør tú er
Theodor Eli Dam Olsen, prestur

Politiskt kjak: Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Árni Skaale, fiskimálaráðharri

Orðstýrari: Brynhild Thomsen

Tað er Javnaðarflokkurin á fólkatingi, sum skipar fyri.

Ráðstevnan er almenn og ókeypis. Tó er neyðugt at melda seg til í seinasta lagi mánadagin 02. mai við at senda ein teldupost á [email protected] ella trýsta á "luttekur" undir tiltakinum á facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder