Innanlands

Siga kortanei til asfaltverk á Sundi

- Talan er um eitt verk við dálkandi evnum og lukti, sum bara verður um 300 metrar frá bygdum øki - bóndagarðinum á Sundi - og um 900 metrar frá næstu húsunum á Fløtum í Kaldbak. Og tað kann ikki góðtakast, siga staðbundnu limirnir í Kaldbaksnevndini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-15 21:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Vit mótmæla staðiliga ætlanini at byggja eitt asfaltverk afturat á Sundi, men mæla afturímóti til at gera eina heildarætlan fyri Sund uttan asfaltverk, siga staðbundnu limirnir í kaldbaksnevndini. 

- Talan er um eitt verk við dálkandi evnum og lukti, sum bara verður um 300 metrar frá bygdum øki - bóndagarðinum á Sundi - og um 900 metrar frá næstu húsunum á Fløtum í Kaldbak.  

- Og tað kunnu vit ikki góðtaka, sláa Jóhann Mortensen, Ingi á Smið og Teitur í Sjúrðargarði fast í hoyringsskrivi um eitt asfaltverk. 

Asfaltverk eru í umhvørvisflokki 6, sum er tann næstovasti umhvørvisbólkurin. Eftir ásetingum fyri smærri asfaltverk skal frástøðan til bygt øki vera í minsta lagi 300 metrar. Fyri størri asfaltverk skal frástøðan vera 500 metrar, men ein størri frástøða eigur at verða umhugsað, stendur í danskari handbók fyri umhvørvi- og býarplanlegging. 

Teitur í Sjúrðargarði, Ingi á Smið og Jóhann Mortensen siga, at ætlanin er ikki í samsvar við fráboðanina hjá undanfarna meiriluta - fólkaflokkinum, tjóðveldi og framsókn - um, at nýggja vinnuøkið skuldi vera eitt grønt vinnuøki. 

Staðbundnu limirnir í kaldbaksnevndini mæla til, at ein heildarætlan verður gjørd, sum núverandi meiriluti - javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin - skeyt ypp í juni í 2017, men sum meirilutin tá ikki lat koma til atkvøðugreiðslu. 

Asfalt fram um aling 
Tólv fyritøkur hava søkt um at leiga alt, ella ein part, av økinum eystan fyri Sundsá. Havnameistarin mælti havnanevndini til at leiga økið til tvey asfaltverk og eina sand- og skervgoymslu. 

Millum umsøkjararnar eru umsóknir um vistfrøðiliga síla- og laksaaling, smoltstøð, verkstøð og goymslur. 

Havnanevndin samtykti á fundi í apríl at leiga ein part av økinum til eitt asfaltverk, sum eitt felag, ætlanin er at stovna, skal byggja. Somuleiðis varð avgjørt at leggja málið fyri kaldbaksnevndina. 

Teir staðbundnu limirnir í kaldbaksnevndini mótmæla staðiliga ætlanini í hoyringsskrivi, og á fundi í mai avgjørdi kaldbaksnevndin at leggja ætlanina fyri ein borgarafund.  

Borgarafundurin var mánakvøldið. Útvið 60 fólk vóru á fundi. Nógv tóku orðið, men eingin tók undir við ætlanini. Tvørturímóti.  

Eingir fyrimunir - bara ampar 
Jóhann Mortensen, Ingi á Smið og Teitur í Sjúrðargarði vísa á, at tað verður í tilfarinum um asfaltverkið nevnt, at fleiri fyrimunir eru at leggja asfaltverk á Sundi, m.a. tí at tað liggur nærhendis bryggjuøki.  

- Men vit fara at sláa fast við sjeytumma seymi, at hesir fyrimundir standa ikki mát við ampan og teir heilsuvandarnar, sum fólkið við Kaldbaksfjørð fær av at leggja asfaltverk á nýggja vinnuøkinum á Sundi afturat tí, sum er á tí gamla vinnuøkinum. 

Á Kaldbaksfirði royna bátar eftir hummara. Kavarar taka kræklig, øðu og igulker til matstovur. Taraaling er á fjørðinum og stundum verður trolað eftir brislingi.  

- Hvørja ávirkan hevur eitt asfaltverk, sum er í næstaovasta bólki fyri vandamiklar vinnur, á lívið í fjørðinum, spyrja teir tríggir.  

Teir gera eisini vart við, at frammanundan eru við og nærhendis Kaldbaksfjørð olju-orkuverk, oljugoymsla, oljuflutningur, skerv og sandgoymsla, asfaltverk, biogassverk, betongvirki og brennistøð, sum øll eru í ovaru umhvørvisbólkunum.  

- Hvussu nógv kann hetta umhvørvið - hetta lutfalsliga lítla økið - og hesin fjørðurin tola? 

Gerið nú eina heildarætlan 
Tá byggisamtyktin fyri Sund varð viðgørd í 2017, nýttu íbúgvarnir við Kaldbaksfjørð høvi at lata inn hoyringsskriv. Heili 98 prosent av fólkinum í gomlu Kaldbaks kommunu tóku undir hoyringsskrivinum, sum hvassliga mótmælti ætlanini at leggja tunnilsgrótið eystanfyri Sundsá. 

Meirilutin, sum tá stjórnaði Tórshavnar kommunu - tjóðveldi, fólkaflokkurin og framsókn - tók ikki undir við fólkinum við Kaldbaksfjørð. Minnilutin - javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin - tók afturímóti undir við kaldbaksfólki, og skeyt upp at  gera eina heildarætlan fyri Sund. Men meirilutin lat ikki uppskotið hjá minnilutanum koma til atkvøðugreiðslu á býráðsfundi fyrts í juni í 2017. 

Politiska støðan er nú broytt og minnilutin tá - javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin - situr við valdinum.  

- Vit mæla til, at nú verður ein heildarætlanin, uttan asfaltverk, gjørd, og at hon verður evnað í samstarvi við Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð, siga Jóhann Mortensen, Ingi á Smið og Teitur í Sjúrðargarði m.a. í hoyringsskrivinum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder