
Tað eru dømi um fólk, sum hóast tey hava eitt galdandi koronupass, velja at siga ósatt fyri at fáa eina ókeypis kanning á flogvøllinum.
Hetta segði Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn, við Dag og viku í gjárkvøldið.
Skipanin er soleiðis, at tey, sum ikki kunnu vísa á eitt koronupass við komu til landið, skulu kannast fyri koronu. Hetta er ein ókeypis kanning, men bara fyri tey sum ikki hava áðurnevnda pass.
Hevur tú koronupass, men ynskir at lata teg kanna fyri at binda um heilan fingur, skal ein rinda 390 krónur. Hetta kom í gildi leygardagin, fyri knappari viku síðani.
Thetis, sum ger kanningarnar á flogvøllinum, upplýsir fyri Kringvarpinum, at tvey til níggju fólk úr hvørjum flogfari verða kannað á flogvøllinum, tí tey einki koronupass hava.
Umleið sama tal velur at rinda fyri kanninga hóast tey hava koronupass. Men dømi eru um at fólk villeiða og missbrúka skipanina fyri at sleppa undan at gjalda.
- Endamálið við hesum, sum vit hava skilt tað er, at tey sum skulu kannast eru tey sum ikki eru koppsett. Vit fáa sjálvandi kanna við dokumentatión um fólk eru koppsett, men tey sum siga seg ikki vera tað, verður torført hjá okkum at gera nakað við. Tað hava vit ikki amboð til, segði Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn við Dag og viku.
Hava tit nakað dømi um at fólk hava lumpað?
- Eg veit ikki um skulu kalla tað at lumpa, men ja, tað eru dømir um tað, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald