Innanlands

Sigga Jacobsen nýggjur deildarleiðari á Vernd

Deildin Vernd á Umhvørvisstovuni hevur fingið leiðara. Uppgávan verður millum annað, at tryggja arbeiðið innan náttúru- og umhvørvismál

2022-09-06 15:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sigga Jacobsen, er sett í starv sum deildarleiðari á deildini Vernd á Umhvørvisstovuni. 

Hesum boðar stovnurin frá í dag.

Sigga hevur verið í starvi á Umhvørvisstovuni síðan 2018, har hon hevur verið samskipari fyri norðurlendska bólkin um lívmargfeldi. 

Uppgávan hjá Siggu verður millum annað, at tryggja arbeiðið innan náttúru- og umhvørvismál. Hetta verður gjørt við støði í umhvørvisverndarlógini, havumhvørvisverndarlógini, parti av elveitingarlógini og viðkomandi kunngerðum.  

Deildin Vernd arbeiðir við náttúru- og umhvørvismálum í breiðum høpi við støði í umhvørvisverndarlógini, havumhvørvisverndarlógini, parti av elveitingarlógini og viðkomandi kunngerðum. Eitt nú við at veita umhvørvisgóðkenningar til dálkandi virkir og at hava eftirlit við teimum, viðgera árinsmetingar, viðgera spillivatnsætlanir hjá kommunum og saman við kommununum at samskipa fyribyrging og týning av rottu. Vernd ger eisini uppgerðir av útláti av vakstrarhúsgassi fyri Føroyar umframt gransking og skráseting av dálkandi evnum í náttúruni. Deildin luttekur í lógararbeiði saman við ráðnum og samskipar norðurlendskt arbeiði innan náttúruvernd. Á deildini starvast 12 starvsfólk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder