Innanlands

Síggj hvat goymir seg undir gólvinum í Stokkastovuni

Tiltakið úti á Tinganesi er samstundis eitt stuðulstiltak fyri neyðstødd í Ukraina

2022-03-22 10:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin verður møguleiki hjá almenninginum at hyggja inn undir gólvið í Stokkastovuni saman við fornfrøðingunum á Tjóðsavninum.

Saman við starvsfólkum á Løgmansskrivstovuni skipa starvsfólk á Tjóðsavninum fyri stuðulstiltaki, har peningurin ið kemur inn, fer óskerdur til hjálpararbeiði í Ukraina umvegis Reyða Kross.

Samstundis er hetta síðsti møguleiki at hyggja undir gólvið í Stokkastovuni og síggja arbeiðið hjá fornfrøðingunum. Ymiskir lutir frá grevstrinum verða sýndir fram uttan fyri Stokkastovuna.

Hvørt korter greiða fornfrøðingar frá útgrevstrinum inn í Stokkastovuni. Avmarkað pláss er til hvørja rundvísing. Starvsfólk frá Løgmansskrivstovuni bjóða ein kaffimunn.

Tiltakið er fyri øll og er ókeypis, men møguleiki er fyri at stuðla neyðstøddum í Ukraina við einari peningagávu. Stuðulstiltakið verður millum klokkan 11 og 13.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder