2022-08-24 09:02
Um tú í morgun hevur lagt merki til, at Facebook tíðindarenslið sær eitt sindur øðrvísi út, ert tú ikki tann einasti.
Á heimasíðuni Down Detector, sum fylgir við trupulleikum á ymsum heimasíðum, greiða fleiri brúkarar frá, at teirra rensl á Facebook er á tremur við tilvildarligum uppsløgum frá at síggja til tilvildarligum fólki.
Millum annað síggjast nógvar føðingardagsheilsanir í renslinum.
Facebook er enn ikki komið við nakrari fráboðan um trupulleikan í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald