Mentan

Sigla inn á Vestmanna seinnapartin

Bátarnir hittast á Fútakletti um ein tíma, og sigla inn á Vestmanna

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-25 13:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bátastevna er í Vestmanna um vikuskiftið, og eftir øllum at døma er alt við fyrireikarunum í ár. Tað er fullteknað av bátum, og veðrið er gott.

Um ein lítlan tíma, 14:30 møtast bátarnir á Fútakletti, og sigla inn á Vestmanna. Hetta plagar at vera vakurt, og nógvir bátar plaga at vera við í siglingini.

Ein rúgva av fólki er eisini komið við kampingvognum, til tiltakið, sum byrjaði í gjár. Tá bátarnir koma á Vestmanna verður ókeypis suppa til allar bátastevnugestirnar, og seinni í dag verður bjargingarroynd á vágni við verjuskipi, bátum og tyrlu.

Í kvøld verða konsertir og eisini dansur á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder