Innanlands

Sigldi á land í Vágum

Báturin fekk ein lítlan skaða men fekk sjálvur siglt av staðnum – Tá løgreglan kom á staðið var báturin komin til lands, og eigarin var ikki at finna

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-17 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið, beint fyri klokkan hálvgum sjey, fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur hevði siglt á land nærindis Trøllkonufingur í Vágum.

Báturin fekk sjálvur siglt av staðnum aftur uttan hjálp, og eitt korter seinni, tá løgreglan var á veg vestur, varð boðað frá, at báturin var komin til lands.

Tá løgreglan kom á staðið var eingin í bátinum, og bilurin hjá eigaranum stóð eftir á keiini. Fólk á staðnum greiddu løgregluni frá, at viðkomandi var farin av staðnum í einum øðrum bili.

Løgreglan leitaði eftir eigaranum men fann hann ikki. Løgreglan fer tó at seta seg í samband við hann. Myndir vórðu tiknar av bátinum, sum fekk ein lítlan skaða, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder