Innanlands

Sigldi ov skjótt fram við nýggja havnarlagnum í Havn

Á botni arbeiddu kavarar og kjalarvørrurin av bátinum setti teir í vanda

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-02 10:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um hálvgun átta tíðina í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna av Skansabryggjuni í Havn. Ein lítil skjóttgangandi bátur sigldi skjótt framvið nýggju bryggjuni, og hetta var í vanda fyri útgerð og arbeiðsfólki annars.

Tí á 15 metrar dýpi boraðu teir á einum flaka í sambandi við útbyggingina av Havnini. Hetta kann bert gerast tá líkindinini eru sera góð, og tað kann ein skjóttgangandi bátur skjótt órógva.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at arbeiðsfólki á bryggjuni høvdu roynt at floyta og blinak til bátin fyri at fáa hann burtur. Hesin skjóttgangandi báturin fór síðani inn í bátahylin á Argjum, har løgreglan eisini fór í vón um at fáa fatur á føraranum. Tað eydnaðist tó ikki.

Heitt verður tí á fólk um ikki at sigla skjótt framvið Skansabryggjuni. Tað kunnu vera kavarar, sum arbeiða á botni, og tað kann gerast vandamikið um ov nógv alda kemur í kjalarvørrinum av bátinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder