
Vindur hevur darvað millum annað siglingini um Suðuroyðar- og Skopunarfjørð í dag. Fyrstu túrarnir vórðu sigldir, men so vaks vindurin, og Smyril hevur ikki siglt tveir teir seinastu túrarnar og Teistin ikki síðani hann legði at í Skopun nakað aftaná klokkan 10.
Um tveir tímar - 16.35 - fer Teistin avstað aftur, og eftir ætlan verður siglt sambært ferðaætlanini, tá siglingin verður tikin uppaftur, skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari. Koyrt verður aftur á leið 101 - millum Tórshavn og Gomlurætt - í samband við túrarnar.
Smyril hevur ligið á Krambatanga síðani seint fyrrapartin og ferð norðureftir 17.30 og suðuraftur 21.15, eins og ferðaætlanin sigur.
Í løtuni er ongin koyring millum Fámjin og Tvøroyri - á leið 701 - og fyri veður er ongin sigling á leið 85 í dag, boðar ssl.fo frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald