Innanlands

Siglingin hjá Teistanum byrjar aftur

Trupulleikar vóru við portrinum í Skopun í morgun, og tí hevur eingin sigling verið millum Skopun og Gomlurætt

Teistin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Teistin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-21 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Siglingin á Sandoyarleiðini byrjar nú aftur.

Eingin sigling hevur verið á leiðini í morgun, av tí at trupulleikar vóru við portrinum í Skopun, men nú boðar Strandferðslan frá, at siglingin byrjar aftur.

Strandferðslan skrivar á heimasíðuna, at siglt verður av Gomlurætt klokkan 10 og úr Skopun klokkan 10.30. Síðani verður siglt sambært ferðaætlan fyri leiðirnar 60 og 61 restina av degnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder