Tað verður boðað frá rættiliga illfýsnum veðri í morgin leygardagin og sunnudagin, og tí bindur Strandferðslan um heilan fingur.
Boðað verður frá at, møguligar avlýsingar í broytingar verða leygardagin og sunnudagin.
Men tað er longu nú greitt, at siglingin hjá Smyrli verður ávirkað. Leygardagin verður siglt av Havnini klokkan 7 og klokkan 16, og av Krambatanga kl. 9:30. Tað vil siga, at túrarnir av Krambatanga klokkan 18:30 og av Havnini klokkan 21:15 verða ikki sigldir.
Sunnudagin verða túrarnir av Krambatanga klokkan 8:30 og av Havnini klokkan 11 ikki sigldir. Siglt verður av Krambatanga klokkan 17:30 og av Havnini klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald