
Tað verður ikki av besta veðrið í kvøld, og Strandferðslan hevur á heimasíðu sínari hesa fráboðan:
- Fyri veður verður túrurin av Havnini í kvøld, hóskvøld 10. December, kl. 22:00 til Nólsoyar og úr Nólsoy kl. 22:25 ikki sigldur.
Sí veðrið her
Erla Kongsdóttir siglir seinasta túrin av Havnini klokkan 18 og tann seinasta úr Nólsoy klokkan 18.25.
Avloysaraskipið hjá Strandferðsluni fór í sigling á Nólsoyarleiðini mánadagin og hevur níggju minuttir um Nólsoyarfjørð.
Sí eisini:
- Eitt nýbrot í føroyskari strandfarasigling
Myndir: Erla Kongsdóttir navn títt skal vera
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald