Mentan

Sigmund møtti ikki upp

Tá ársins Grand Prix sangir skuldu avdúkast, var Sigmund ikki til staðar, og tá fyrrverandi X Factor luttakarin var spurdur um hetta, vildi hann ikki siga, hvar hann var staddur

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-31 22:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag kundi DR avdúka, hvør verður við í ársins donsku Grand Prix kapping, sum verður 23. februar í Herning. Vinnarin skal umboða Danmark í altjóða Eurovision kappingini, sum í ár verður í Tel Aviv í Ísrael.

Les eisini: Sigmund í Grand Prix: - Havi droymt um hetta alt lívið

Í DRs konserthus skuldi hvør luttakari presentera sín sang, men tá tað var tíð til at presentera sang nummar 5, sum var "Say My Name" hjá Sigmund Tróndheim, møtti Sigmund ikki upp.

Har var eingin frágreiðing um, hví Sigmund ikki var til staðar, og tá Ekstra Bladet seinni setti seg í samband við hann, vildi hann ikki siga, hvar hann var staddur ella hví hann ikki var møttur upp til avdúkingina.

Sigmund segði seg onga viðmerking hava, men hann segði tó, at hann fegnaðist um at sleppa at luttaka í enn einari sangkapping í sjónvarpinum.

- Hetta er mín stórsti dreymur, og hóast hetta heilt vist verður nógv øðrvísi enn X Factor, eri eg vísur í, at eg kann brúka mínar royndir, sigur Sigmund.

Hóast Sigmund ikki vildi siga, hví hann ikki møtti upp til avdúkingina, heldur Ekstra Bladet seg vita, at Sigmund í løtuni er staddur uttanlands í sambandi við upptøkur til reality-sendingina hjá TV3, "Divaer i junglen".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder