2020-05-18 08:02
Tónleikarin Sigmund Zachariassen hevur júst latið eitt nýtt sjónbandslag frá sær av komandi fløgu síni, sum kemur út seinni í ár.
Lagið eitur "Locked Inside", og snýr seg um at vera stongdur inni ein góðveðurs sunnudag. Í hesum tíðum er tað helst nógv fólk, ið hava verið í somu støðu. Vindeyguni í sjónbandinum kunnu næstan roknast sum fongsilstremmur. Eisini sæst tann nýggja koronafrisuran, ið nógv hava fingið sær seinastu tíðina.
Fyrr í ár gav Sigmund út lagið "Given Up On Hope". Og eru hesi bæði løgini at rokna sum smaksroynd, til kommandi fløguútgávuna "The Everlasting Pump", ið kemur út seinni í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald