Uttanlands

Sigmund Tróndheim sligin niður í býnum í nátt

Ein maður kom við homofobiskum útsøgnum og gjørdist illur, tá Sigmund bað hann tosa ordiligt ella fara av stað. Úrslitið varð, at Sigmund mátti brúka tað mesta av náttini á sjúkrahúsi.

Sigmund Tróndheim (Savnsmynd)

Sigmund Tróndheim (Savnsmynd)

2019-09-15 12:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað skuldi havt verið ein stuttligur býtúrur, men fyri Sigmund Tróndheim endaði náttin við at verða alt annað enn tað, tí hann hevur nevniliga brúkt tað mesta av náttini á sjúkrahúsinum.

Fyrrverandi X Factor-luttakarin greiðir frá, at hann í nátt varð sligin niður av einum manni, sum kom við homofobiskum útsøgnum. Hetta hendi stutt fyri klokkan hálvgum trý í nátt føroyska tíð.

- So kemur hesin maðurin, sum sigur: Hví eru bøssar allastaðni? So sigi eg við hann, at hann kann tosa ordiligt ella fara av stað, greiðir Sigmund frá sambært B.T.

24 ára gamli Sigmund Tróndheim, sum er samkyndur, var farin til eitt tiltak fyri samkynd á einum dansistaði í Keypmannahavn leygarkvøldið, men náttin endaði ikki, sum hann hevði ætlað.

Hann konfronteraði mannin, og so bleiv hann svakur, sigur Sigmund.

- Eg eri farin útum, men hann má hava verið rættiliga illur. Í øllum førum fann hann meg úti á gøtuni, og har byrjaði hann at sláa meg. Tíbetur ringdu vinfólk míni til løgregluna, og komu tey rættiliga skjótt, og so greiddi eg teimum frá hendingini.

Sigmund tosaði fyrst við løgregluna, og síðan fór hann á skaðastovuna, har hann varð kannaður fyri heilaskjálvta, men tað hevði hann tíbetur ikki, sigur hann.

Sigmund heldur, at tað er púra greitt, at talan var um eitt hatursbrotsverk, og hann skilir ikki, hví nakar fer til eitt tiltak fyri samkynd, um mann hevur so nógv ímóti teimum.

Sambært Se & Hør, hevur Sigmund áður verið úti fyri, at fólk rópa niðrandi orð eftir honum, men hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur brúkt harðskap ímóti honum.

- Eg verði ómetaliga keddur um, at hatursbrotsverk verða framd so ofta. Eg haldi, tað er deprimerandi, at mann onkuntíð ikki torir at fara út, tí mann ikki veit, hvat kann henda, sigur hann.

Í morgun legði Sigmund eina mynd út á Instagram, har mann sær, at hann er vorðin sligin í andlitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder