Hálvi føroyingurin Sigmund Tróndheim er millum ársins luttakarar í reality-sendingini "Divaer i junglen" hjá TV3. Tað skrivar hann á sína Facebook-síðu í dag.
Sigmund var eisini millum luttakararnar í danska grand prixnum í ár, har hann gjørdist nummar trý, og longu áðrenn grand prixið gingu søgur um, at hann skuldi vera við í "Divaer i junglen".
Tá grand prix sangirnir skuldu avdúkast í januar, møtti Sigmund ikki upp til avdúkingina, og hvørki DR ella Sigmund kom við nakrari grundgeving. Tá skrivaðu fleiri miðlar, at Sigmund var staddur uttanlands í sambandi við upptøkur til "Divaer i junglen", men tá Ekstra Bladet setti seg í samband við hann, vildi Sigmund ikki siga, hvar hann var staddur ella hví, hann ikki kundi møta upp til avdúkingina hjá DR.
Men í dag kundi Sigmund endiliga vátta, at hann er millum luttakararnar í nýggju sesongini av "Divaer i junglen".
- Gleði meg so nógv. Tað verður tað villasta, stuttligasta og vemmiligasta. Hyggið við 1. apríl, skrivaði Sigmund Tróndheim m.a. á sína Facebook-síðu.
Til ber at síggja eina stutta lýsing fyri sendingina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald