Mentan

Sigmund víðari til finaluna

Sigmund er millum tey trý, sum eru víðari í superfinaluni í danska grand prixnum

Skíggjamynd (DR)

Skíggjamynd (DR)

2019-02-23 20:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri løtu síðani var kunngjørt, at "Say My Name" hjá Sigmund Tróndheim er ein av teimum sangunum, sum komu víðari til sonevndu superfinaluna í danska grand prixnum.

Hinir báðir sangirnir, sum komu víðari eru "League of Light" hjá Julie og Nina og "Love is Forever" hjá Leonora.

Til ber at atkvøða gjøgnum sms. Um ein ynskir at atkvøða fyri Sigmund skal ein senda "Sang 5" til 1212.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder