2018-12-18 09:03
Signar hevur drúgvar royndir frá bæði stórum og smáum føroyskum tónleikapallum.
Í mong ár var tað við Kjølum. Seinru árini hevur hann spælt nógv einsamallur og eisini saman við bólkinum Rox.
Sangir sum veruliga hava fingið tónleikin hjá Signari og áhoyrarar á somu "bylgu" eru m.a "Tað er gott at elska" , "Sorgblídni" og "Kærleikans mátt". Sangir har bæði kærleiki og nærleiki stendur sterkur.
Saman við bólkinum Rox spælir Signar í Spaniastovu 29.des. eitt fjølbroytt úrvæl av gomlum og nýggjum "hittum".
Saman við bólkinum Rox spælir Signar í Spaniastovu 29.des. eitt fjølbroytt úrvæl av gomlum og nýggjum "hittum".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald