Mentan

Signar syngur í Spaniastovu í kvøld

Seinasta konsertin í Spaniastovu í ár verður við Signar í Homrum í kvøld

2018-12-29 10:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Signar telist millum best umtóktu og mest virknu tónleikarnar í landinum seinnu árini. Hann spælir til alskyns tiltøk sum solistur og saman við bólkinum Rox.

Leygarkvøldið fáa fólki høvi at uppliva Signar spæla á konsert, sum hevur fingið heitið »Kærleikans mátt«. Saman við bólkinum Rox spælir Signar eitt fjølbroytt úrval av gomlum og nýggjari sangum. 

Konsertin við Signari í Homrum verður í Spaniastovu í Klaksvík í kvøld kl. 22.00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder