Innanlands

Sigrid sett sum varaleiðari á Lítlafløtti

Seinastu árini er fólkatalið Sjóvar kommunu vaksið munandi og harvið eisini tørvurin á barnaansing, og hóast dagstovnurin Lítlifløttur, sum lat upp í 2006, er útbygdur fleiri ferðir, er lítið gjørt við at økja um umsitingarliga partin – Men nú hevur kommunan sett Sigrid á Kinn Olsen í starv sum varaleiðara 30 tímar um vikuna

(Mynd: Sjóvar kommuna)

(Mynd: Sjóvar kommuna)

2022-06-16 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sjóvar kommuna hevur sett Sigrid á Kinn Olsen í starv sum varaleiðara á dagstovninum Lítlafløtti.

Seinastu árini er fólkatalið kommununi vaksið munandi og harvið eisini tørvurin á barnaansing, og hóast Lítlifløttur, sum lat upp í 2006, er útbygdur fleiri ferðir, er lítið gjørt við at økja um umsitingarliga partin, skrivar kommunan.

– Dagstovnaleiðarin hevur fingið eina hjálpandi hond frá varaleiðaranum í átta tímar um vikuna, men ásannandi, at hetta er alt ov lítið, hevur kommunustýrið sett Sigrid á Kinn Olsen í starv sum varaleiðari á stovninum í 30 tímar um vikuna.

Sigrid tók námsfrøðiligt prógv á Føroya Læraraskúla í 2006. Fyrstu árini arbeiddi hon í Býlingshúsinum Inni á Gøtu í Havn og hevur síðani 2009 verið í starvi á Lítlafløtti. Seinastu árini hevur Sigrid verið varaleiðari í átta tímar um vikuna, men nú er hon sett sum varaleiðari burturav – at byrja 15. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder