2022-08-17 16:47
Undir heitinum ”Tað sum hjartað sær, gloymist ei” letur listaframsýning upp í Nuuk Kunstmuseum 23. august, har Sigrun Gunnarsdóttir sýnir fram 13 av sínum listaverkum.
Við íblástri úr føroysku og grønlensku náttúruni og fólkalívinum, er myndavavið sera fjølbroytt.
Í løtuni verður heimildarfilmurin ”Heartist” gjørdur um listakvinnuna, og er framsýningin í Nuuk ein liður í hesi verkætlan.
Tá framsýningin letur upp týsdagin klokkan 16, fer kenda songkvinnan Ivaana (Ivaana Kristiansen Olsen) at framføra.
Framsýningin er opin til og við 4. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald