Innanlands

Sigurd fekk upprunakort frá borgarstjóranum

Sigurd Leivsson Lamhauge gjørdi eitt stórt bragd, tá hann rann og svam alla leiðina úr Akrabergi norð í Enniberg í 1985 – øll rutan var “prikkað” inn á eitt stórt kort, sum borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, ið tá var ÍSF-forseti, hevur havt øll hesi 36 árini

2021-07-23 07:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Heðin Mortensen, borgarstjóri, minnist, at hann sum forseti í ÍSF ein dagin í 1985 varð uppringdur av einum ungum “drongi”, sum hevði eina ætlan, sum var so loynilig, at hann mátti fáa ein fund við hann undir fýra eygum.

Teir báðir endaðu saman til ein drekkamunn á Hafnia. Har varð ætlanin avdúkað um at renna og svimja alla leiðina úr Akrabyrgi á Enniberg.

ÍSF-forsetin var sera hugtikin og nýggjur fundur varð avtalaður, har nøkur aftrat luttóku. Telda var eingin, men á hesum fundinum varð øll rutan “prikkað” inn á eitt stórt kort, alt eftir góðum ráðum um sjóvarfall, frástøðu o.a.

Ætlanin varð gjøgnumførd í august 1985, beint eftir ólavsøku. Sigurd Leivsson Lamhauge gjørdi eitt stórt bragd, tá hann rann og svam alla leiðina úr Akrabergi norð í Enniberg.

Sigurd er í dag stjóri á Landsverk.

Tað heilt sjáldsama var, at uttan at Sigurd visti av, so hevur sjálvt kortið øll hesi 36 árini verið í varðveitslu hjá fyrrverandi ÍSF-forsetanum, sum nú gjørdi av at handa Sigurdi kortið.

Sigurd var sera fegin um kortið. Í skemti gjørdi hann beinanvegin vart við, undir hugnaligum práti afturvið einum drekkamunni seinnapartin í gjár, at svimjiruturnar á kortinum stórt sæð samsvaraðu við staðsetingarnar av dagsins undirsjóvartunlum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder