2020-10-29 17:11

Nes kommunu fer nú at fáa nýggjan skrivara. Talan er um 34-ára gamla Sigurd Justinussen úr Tórshavn, sum byrjar í starvinum 16. november.
Hann var ein av teimum 16, sum søkti starvið, umsóknir vóru til skrivarastarvið.
Hetta skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari.
Sigurd Justinussen hevur nomið sær BA útbúgving á Fróskaparsetrinum í Havn í sosialvísindi og samfelagsplanlegging og MA útbúgving í býarplanlegging og geografi á Roskilde Universiteti í 2016. Sigurd hevur arbeiðsroyndir frá Tórshavnar kommunu og Landsverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald