2019-07-19 10:01
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Eftir at Ternan fekk ein leka - eitt hol á botnin - týskvøldið, og harvið noyddist á beding fyri arðu ferð í ár, varð Spógvin settur inn at sigala millum Havnina til Nólsoynna.
Spógvin røkti eisini hesa leiðina í gjár, men er nú farin at sigla millum Sandoynna og Skúvoynna, har Sildberin vanliga siglir. Har er vanliga ferðaætlanin galdandi.
Frá kl.06:00 í morgun hevur Sildberin siglt á leið 90. Nú verður siglt sambært galdandi ferðaætlan, og um neyðugt verður eykatúrur sigldur, upplýsir Strandfaraskip Landsins á heimasíðu sínari.
Teistin hevur alla sigling millum Gomlurætt og Hest, til Spógvin verður tøkur aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald