Innanlands

Silja Dögg Gunnarsdóttir nýggj forkvinna í Norðurlandaráðnum

Ísland hevur formanskapinum í 2020 og hevur valt at raðfesta trý høvuðspunkt

Silja og Oddny - forkvinna og varaforkvinna

Silja og Oddny - forkvinna og varaforkvinna

2019-11-01 10:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ísland vil serliga: 

1. Sláa garð um fólkaræði - stríðast móti "fake news"
2. Verja tað lívfrøðiliga margfeldni
3. Styrkja kunnleikan í teimum norðurlendsku málunum

Ísland fer at royna at leita eftir svarinum uppá, hvussu mynduleikar, politikkarar og annað í samfelagnum kunnu handfara, tá villeiðandi og skeiv tíðindi verða borin. Í hesum førinum verður tað norðurlendska samstarvið kanna, og hvussu londini kunnu hjálpast við hesum.

Les eisini: Her eru vinnararnir av virðislønum Norðurlandaráðsins

Silja Dögg Gunnarsdóttir sigur, at dentur verður eisini lagdur á, at hugfanga ung í Norðurlondum í arbeiðnum við lívfrøðiliga margfeldninum. Og so er tað málið: 

- Vit kunnu gerast betri til at skilja, hvussu umráðandi tað er at verja okkara mál. Í Norðurlondum eru talan um smá mál, og enkst vinnur fram um alt. 

Silja Dögg Gunnarsdóttir avloysir Hans Wallmark úr Svøríki í ovasta sessinum í Norðurlandaráðnum. Oddný Harðardóttir er varaforkvinna. Silja Dögg Gunnarsdóttir hevur sitið í Altinginum síðani 2013.

Norðurlandaráðið er tað almenna samstarvið millum Norðurlondini. Ráðið hevur 87 limir, ið koma frá Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noreg, Svøríki, Føroyum, Grønlandi og Álandi. Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi eru føroysku umboðini í ráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder