Mentan

Silja Strøm sýnir fram í Gamla Seglhúsinum

Silja Strøm var ein teirra, sum í mai fekk játtað listafólkaløn í trý ár – Fernisering verður sunnudag seinnapart

2020-06-20 17:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, sunnudagin 21. juni letur upp listaframsýning við verkum eftir listakvinnuni Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Silja Strøm var millum tey trý listafólkini, sum í ár fingu játtað listafólkaløn í trý ár.

Les eisini: Gunnvá, Rakel og Silja fáa listafólkaløn í trý ár

Í grundgevingin stóð m.a. soleiðis um Silju Strøm:

– Silja Strøm vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum.

– Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru í føroyskum høpi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali. Tí meta vit, at hon sum listakvinna, vil hava stóra nyttu av tí arbeiðsfriði, ið henda listaløn gevur henni.

Ferniseringin í Gamla Seglhúsinum verður klokkan 17. Teitur Lassen kemur at framføra, og listafrøðingurin Kinna Poulsen heldur røðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder