Dýrabiðidag, fríggjadagin 17. mai, fer Siloakórið úr Fuglafirði til Suðuroyar at hava konsert í stásiliga mentanarhúsinum Salt á Drelnesi.
Í Siloakórinum eru umleið 30 sangarar, og kórleiðari er Eyðun á Lakjuni, sum hevur stjórnað kórinum síðani síðst í áttati-árunum.
Vikuskiftið undan páskum var kórið á væl eydnaðari vitjan í Skotlandi, har sungið varð í ymsum kirkjum/samkomum.
Skráin í Salt dýrabiðidag líkist skránni, sum sungin varð í Skotlandi – ein blandingur av føroyskum og enskum sangum, mest nýggjari og lættir sangir og gospel.
Undirspælið hava brøðurnir, Jóhannes Simonsen, klaver, David Simonsen, bass, saman við Teiti Isaksen, sum spælir trummur. Eisini verða fleiri góðir solosangarar at hoyra syngja saman við kórinum.
- Siloakórið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald