Mentan

Siloakórið konsert á netinum

Ætlanin var, at kórið úr Siloa í Fuglafirði skuldi hava tvær konsertir við áhoyranum sunnudagin, men orsakað av herdu tilmælunum, verður skipað fyri konsert á netinum í staðin

Siloa í Fuglafirði

Siloa í Fuglafirði

2020-12-19 14:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnukvøldið kl. 20 verður konsert við Siloakórinum stroymd úr Siloa í Fuglafirði.

Kórið, sum hevur nógv ár á baki, og sum mest syngur til møtir í samkomuni, er eisini kent fyri at hava einstakar konsertir.

Og konsertirnar, kórið plagar at hava undan jólum, hava verið sera væl vitjaðar. Men soleiðis verður ikki í ár.

Ætlanin var at hava 2 konsertir við áhoyrarum sunnudagin og at halda seg innan fyri tilmælini, ið tá vóru, men hesi vórðu síðani herd, og tessvegna máttu onnur ráð takast.

Tí hevur kórið avgjørt at stroyma árligu jólakonsertina á netinum. Samkoman í Siloa hevur júst fingið nýggja útgerð til at varpa møtir og onnur tiltøk út á netið, og tí var hildið, at júst hetta høvið var gott til at royndarkoyra útgerðina við.

Á konsertini syngur kórið bæði siðbundnar jólasangir og jólasangir av eitt sindur nýggjari uppruna. Bárður á Lakjuni verður eisini við og syngur nøkur løg á konsertini.

Konsertin er, sum sagt, sunnukvøldið kl. 20, og tú finnur hana á Facebook-síðuni við navninum ”Siloa í Fuglafirði”, og haðani ber eisini til at fara út á Youtube at lurta, har ljóðgóðskan er betri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder