Mánadagin 14. desember fer kvinnukórið Silvitni at hava konsert í Sjóvar kirkju.
Talan er um ett nýtt kvinnukór, sum varð stovnað í september.
Kvinnurnar, sum eru úr Føroyum, Hollandi, Týsklandi og Chile syngja undir leiðslu av Cinthiu Gonzáléz. Teir átta kórlimirnir hava drúgvar royndir í kórum bæði í Føroyum og úti í heimi. Tær syngja klassiskan og nútíðar kirkjutónleik og siðbundnar jólasangir. Talan er um acapella.
Cinthia Gonzáléz, sum leiðir kórið er útbúgvin sangari og kórleiðari, og eisini syngur hon við í kórinum. Hon hevur prógv frá lærda háskúlanum Universidad de Talca, Chile, og hevur seinastu fýra árini búð á Strondum.
Konsertin verður 14. desember klokkan 19.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald