Føroyska úrvalskvinnukórið, Silvitni, undir leiðslu av Cinthia Gonzalez Parada á Strondum, hevur hesar seinastu dagarnar luttikið á altjóða kórkapping í býnum Lucca í Toscana.
Og sigast má, at tað gekst teimum avbera væl. Talan var um kappingina, sum eitur Vox Lucensis.
Tær koma heim aftur í kvøld við bæði skreytprýði og skreytbløðum.
Tað eydnaðist Silvitni at verða vald millum tey seks kórini, sum sluppu at syngja í finaluni týskvøldið.
Her fingu tær harða mótstøðu, tí eitt kór úr Suðurafrika, Akustika, vísti seg at vera í einum flokki fyri seg, og tey vórðu kosin til besta kór í kappingini.
Men syngjandi kvinnurnar í Silvitni fingu so mikið góð umdømi, at tey vórðu heiðrað við gullheiðursmerkjum í báðum bólkunum, sum tær luttóku í. Og í bólkinum kallaður ‘Chamber choirs and vocal ensembles of equal voices’ gjørdust tær bólkavinnarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald