Uttanlands

Silvurbrúdleyp í norska kongshúsinum

Í dag 25 ár liðin síðan krúnprinsahjúnini vórðu vígd í Oslo Domkirke – brúdleypsveitslan verður hildin tá heilsustøðan hjá krúnprinsessuni loyvir tí.

(Mynd: norska kongshúsið)

(Mynd: norska kongshúsið)

2026-08-25 09:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag eru liðin 25 ár síðan norska krúnprinsaparið Haakon Magnus og Mette-Marit gingu saman í hjúnalag í dómkirkjuni í Oslo.

Í sambandi við silvurbrúdleypsdagin hevur kongshúsið lagt út nýggja mynd av krúnprinsaparinum.

Dagurin verður hildin saman við familjuni, verður sagt. Silvudbrúdleypsveitslan verður hildin seinni, tá heilsustøðan hjá Mette-Marit krúnprinsessu loyvir tí, skrivar kongshúsið í dagføring á Facebook.

Krúnprinsessan fekk nýggj lungu í juni mánaði eftir at lungnasjúka hennara versnaði munandi, og hon er í løtuni undir endurvenjing.

Onki nýtt er enn komið fram í dag um heilsustøðuna hjá Haraldi kongi, sum í farnu viku varð innlagdur á sjúkrahús fyri blóðsjúkuna hemolytisk anemi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder