Mentan

Silvurdrongur á konsertferð í Føroyum og Danmark

Mikukvøldið verður konsert í Reinsarínum, fríggjakvøldið verður konsert á Listastovuni, og leygarkvøldið verður konsert Tøting

2026-03-17 09:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hesa vikuna fer Silvurdrongur at spæla tríggjar konsertir í Føroyum, og í næstu viku gongur leiðin til Keypmannahavnar at spæla fleiri konsertir.

Mikukvøldið 18. mars verður konsert í Reinsarínum í Havn, fríggjakvøldið 20. mars verður konsert á Listastovuni í Miðvági, og leygarkvøldið 21. mars verður konsert Tøting í Syðrugøtu.

Hetta verður ein lítil, forkunnug konsertferð, sum eisini er upphiting til ta stóru konsertina í Alice í Keypmannahavn 25. mars, har Silvurdrongur spælir saman við spennandi nøvnum sum Skt. Delarge og Fochs Koshka, skrivar Silvurdrongur í tíðindaskrivi.

Eisini verður bókatiltak í Føroyahúsinum fríggjakvøldið 27. mars, har Trygvi Danielsen hittir Sissal Kampmann at práta um stórverkið hey :), sum kom út í november í fjør.

Við sær á pallin hevur Silvurdrongur til hesar konsertirnar: Torleik Mortensen, Bárður Reinert Poulsen og Hjørtur P. Háberg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder