2020-05-23 11:58
Um vikuskiftið er Silvurdrongur aftur aktuellur við nýggjum staklagi.
Lagið eitur "Pussa súllið" og spælir nógv við orð, vendingar og hugtøk. Til lagið hoyrir eitt stuttligt sjónband, sum er tikið upp við gomlum bandkamera eftir havnargøtum. Sjónbandið sæst omanfyri.
Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt lagið, sum Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað. Trygvi Danielsen eigur orðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald