Farna summar útgav Silvurdrongur sína næstu plátu, "nú æt eg eftir ánni", sum hevur fingið stak góð ummæli í útlendskum miðlum. Ein tann stórsti tónleikamiðilin í heiminum, The Fader, sum hevur eina millión fylgjarar á Instagram, skrivaði m.a. hetta um plátuna:
– Rapping in his native Faroese, one of the world’s least-spoken tongues, Silvurdrongur (Silver Boy) makes a strong case for the language as a vehicle for bars, and for the small yet shockingly varied Faroe Islands music scene. On the 13 tracks of nú æt eg eftir ánni (now I am named after the river) — each named for a different “drongur” (boy) — he builds a bizarre, magical-realist world that’s also grounded in the sinister realities of our own. Like the best Del Toro films, the album threads this needle with wondrous, hypnotic soundscapes that provide a strange, disarming setting for Silvurdrongur’s venomous bars.
Nú hevur Silvurdrongur, sum í fjør vann M.A. Jacobsens heiðursløn fyri mentanaravrik, útgivið ein 24 minuttir langan stuttfilm, ið samansjóðar videoløg og samrøður við upptøkur frá útgávukonsertini á G! Festivalinum farna summar, tá sjálvasta Eivør Pálsdóttir var millum gestirnar á pallinum.
Filmurin, sum sæst omanfyri, kallast TRANSFORMATIÓN og er í høvuðsheitum ein samrøða millum Silvurdrong og tónleikaran/frisørin Allan Hjorth, sum umskapar útsjóndina hjá yrkjaranum, meðan teir tosa um plátuna og lívið sum heild.
Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur upptikið og litblandað filmin, og Theodor Kapnas hevur ljóðblandað konsertina í Fjósinum.
Silvurdrongur hevur í løtuni tríggjar konsertir fyri framman: Eina í italska býnum Udine 18. oktober, eina í Blábar 31. oktober, og eina til Iceland Airwaves í Reykjavík 8. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald