Simme Arge Jacobsen fekk fyri løtu síðani handað Heiðursgávu Landsins 2019. Tað var Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, sum handaði Simma heiðursgávuna á einum hátíðarhaldi í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Landsstýrismaðurin vísti á, at Simme síðan fimmtiárini hevur verið ein slóðari, sum legði grundarlagið fyri øllum modernaða populertónleikinum í Føroyum eftir seinna heimsbardaga.
Hann setti føroysk orð og ljóð á nýggja tónleikin, sum kom fram tá. Hann gav ungdóminum eina rødd, sum eisini hevur staðið ímóti tíðarinnar tonn.
Simme hevur verið ein fyrimyndarligur stuðul og kveikjari í tónleikaumhvørvinum. Hann hevur verið ein drívmegi síðan fimmtiárini, bæði sum tónleikari, sangskrivari, stigtakari til tónleikafelagsskapir og við tónleikahandlinum, sum tann dagin í dag ber hansara navn. Við Simma gjørdist tónleikur ein vinnuvegur í Føroyum, segði Jenis av Rana.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald