Innanlands

Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur

Hóast miðvíst hevur verið arbeitt fyri at finna ein nýggjan eigara, er tað higartil ikki eydnast, og um eingin loysn fæst í næstum, verður handilin latin aftur í september, sigur eigarin, Terje B. Vestergaard

Simme Musikkhús hevur síðan 2019 hildið til á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík (Mynd: Simme Musikkhús)

Simme Musikkhús hevur síðan 2019 hildið til á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík (Mynd: Simme Musikkhús)

2026-08-08 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Simme Musikkhús, sum hevur verið partur av føroyska handilslívinum síðani 1959, letur møguliga aftur í september.

Hóast miðvíst hevur verið arbeitt fyri at finna ein nýggjan eigara, er tað higartil ikki eydnast. Um eingin loysn fæst í næstum, verður handilin latin aftur, sigur Terje B. Vestergaard, eigari.

– Tá eg keypti handilin í februar 2024, var ætlanin, at eg sjálvur skuldi reka handilin og menna hann víðari. Tíverri hevur heilsan hjá mær, í eitt longri tíðarskeið, verið so vánalig, at tað ikki hevur borið til at staðið fyri dagliga rakstrinum. Eftir drúgvar umhugsanir og royndir at finna aðrar loysnir fyri handilin, havi eg tí tikið ta truplu avgerð at fyrireika eina afturlating.

– Seinasta árið havi eg miðvíst verið úti um meg, og roynt at funnið ein nýggjan eigara, tí mítt størsta ynski hevur alla tíðina verið, at handilin skuldi liva víðari, føroyska tónleikalívinum at frama. Tíverri, mugu vit nú staðfesta, at hesar royndir higartil ikki hava borið á mál, sigur hann.

Terje B. Vestergaard undirstrikar, at avgerð hansara um at lata aftur ikki stavar frá rakstrinum.

– Handilin er væl rikin, og hevur verið væl stuðlaður av okkara góðu og trúgvu kundum, dugnaligum starvsfólki og einum góðum grundarlagið at byggja víðari á. Orsøkin er tí einføld hon, at eg eri komin hartil vegna heilsuumstøður, at tað ikki ber til at halda fram sum eigari, sigur hann.

– Hurðin er sjálvandi framvegis opin, um onkur hevur áhuga í at taka yvir handilin og reka hann víðari.

Tað var Simme Arge Jacobsen, sum lat upp mussikhús á Landavegnum í 1959. Síðan hevur handilin skift eigarar fleiri ferðir, og síðan 2019 hevur Simme Musikkhús verið staðsettur á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík.

Núverandi eigarin av Simme Musikkhús sigur, at størsta vón hansara er, at handilin kann halda fram við nýggjum eigara, men um eingin loysn fæst, verður handilin væntandi latin aftur í seinnu helvt av september.

Simme Musikkhús er framvegis opin sum vanligt, men tað ber tó ikki til at fáa størri umvælingar framdar ella bíleggja nýggja vøru, nú avgerðin er tikin um at steingja.

– At enda vil eg hjartaliga takka kundum, starvsfólkum, veitarum og øllum teimum, sum hava víst handlinum álit og stuðul gjøgnum árini. Tað eri eg inniliga takksamur fyri, og harmist líka inniliga um, at vit ikki kunnu halda fram. Sum sagt, er vónin framvegis, at onkur er harúti, sum brennir fyri, at søgan hjá Simma Musikkhús kann halda fram við nýggjum eigara, skrivar Terje B. Vestergaard í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder