Innanlands

Símun gjørdist ársins fyrsta tøkni-pisa

Prógvini frá Tekniska Skúla í Klaksvík verða handað – um veðrið er til vildar – úti í Grøv í morgin

2022-06-21 12:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Símun Heinesen, ið gongur á tøknibreytini (HT) á Tekniska Skúla í Klaksvík, fekk í morgun húgvuna á høvdið, sum ársins fyrsta tøkni-pisa.

Tað var lærarin í Tøkni A, Jens Pauli Joensen, ið gav honum húgvuna.

Prógvini verða, sum siður er og veðrið er til vildar, handað í viðarlundini úti í Grøv í morgin kl. 13. Aftaná er drekkamuður á skúlanum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder