Innanlands

Símun Gullaksen heldur fram sum formaður í Norðoya Fólkafloksfelag

Hetta er greitt eftir aðalfundin í Klaksvík í gjárkvøldið, har formaður floksins, umframt landstýrismaður og tingfólk luttóku. Greitt er eisini, at øll nevndin í felagnum heldur fram

Mynd: Norðoya Fólkafloksfelag

Mynd: Norðoya Fólkafloksfelag

2022-04-07 11:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á aðalfundinum hjá Norðoya Fólkafloksfelag í gjárkvøldið, stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali og vóru teir allir afturvaldir.

Greitt er, at Símun Gullaksen heldur fram sum formaður í felagnum og Hallstein E. Jacobsen sum næstformaður. Hesir báðir eru eisini í floksleiðsluni hjá Fólkaflokkinum, har Lena í Buð, Kassameistari og skrivari í Norðoya Fólkafloksfelag, er tiltakslimur

Nevndin í Norðoya Fólkafloksfelag:

Símun Gullaksen, Formaður

Hallstein E. Jacobsen, Næstformaður

Lena í Buð, Kassameistari og skrivari

Kári Kallsberg

Heri Ellingsgaard

Tiltakslimir:

Herfríð Sørensen

Finn Hansen

[object Object]

[object Object]

Felagið skrivar í tíðindaskrivi, at talan var um ein góðan fund, har nýggi formaður Fólakfloksins, Christian Andreasen, greiddi frá um ymisk viðurskiftir.

Eisini vóru framløgur frá tingmanninum og tingbólkaformanninum Beini Johannesen, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, tingkvinnu, Jákupi Mikkelsen, tingmanni og Árná Skaale, sum fyri stuttum gjørdist landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Greitt var frá um politisku gongdina í samgonguni og onnur viðkomandi mál, høvi var at seta spurningar og sambært frágreingini frá fundinum var samlaða niðurstøðan greið: Nú verður hugt frameftir arbeitt verður í felag við at menna eina hóskandi og mennandi valskrá til komandi løgtingsval, sum verður um eitt gott ár. 

Fólkaflokkurin gjørdist størsti flokkur á síðsta løgtingsvali, og serliga í Norðuroyggjum var stuðulin stórur. Undir tingsetuni hevur ymiskt rumbul verið í flokkinum, og tey teir tríggir landstýrismenninir, ið nú umboða flokkin, vóru ikki í hesum sessunum frá byrjanini av vælskeiðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder