Eftir tilsamans 13 ár í høvuðsstýrinum, harav 10 ár sum formaður, hevur Símun Persson Jacobsen avgjørt at taka seg úr høvuðsstýrinum í Kirkjuligu Heimamissiónini.
Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari í dag. Harvið skal Heimamissiónin hava nýggjan formann og nýggjan aðalskrivara skjótt.
- Símun Persson Jacobsen var fyrstuferð valdur inn í høvuðsstýrið í mai 2010. Í juni 2013 gjørdist hann formaður, og eru tað sostatt 10 ár í summar, síðani Símun fyrstuferð gjørdist formaður í høvuðsstýrinum.
Í tíðarskeiðnum við Símuni sum formanni er sjálvandi nógv hent. Ein av stóru verkætlanunum var útbyggingin av Leguhúsinum í Nesvík, sum var liðug í 2019. Eisini hevur presturin í Sjóvar prestagjaldi lagt stóra orku í Trúboðan, og hann fer framvegis partvíst at vera at síggja har.
- Símun hevur sæð møguleikar og hevur verið visiónsberin í arbeiðnum at gera Trúboðan til ein netmiðil, sum kann røkka øllum føroyingum bæði heima og úti. Á Trúboðanum hevur Símun eisini verið við til at framleiða sendingar, m.a. Gluggin, sum er ein samrøðusending. Trúboðanum vil Símun ikki sleppa – nú hann gevst sum formaður – og vónar hann, at enn fleiri koma at síggja møguleikar í hesum miðli.
Trúboðin skrivar eisini, at Símun hevur raðfest góð fíggjarlig viðurskifti, men fram
um alt takkar hann Gudi fyri rørsluna og starvsfólkini, ið øll gera eitt gott arbeiði.
- Vit vilja takka Símuni hjartaliga fyri hansara trúfesti og ídni í tænastuni øll hesi árini við bøn um Guds ríku signing víðari á lívsleiðini.
Símun Person Jacobsen heldur sína seinastu formansfrágreiðing á Ársmøtinum í Nesvík nú leygardagin 6. mai klokkan 13.
Høvuðsstýrið í Kirkjuligu Heimamissiónini. skal velja ein nýggjan formann. Tað er eisini høvuðsstýrið, sum setur aðalskrivara í starv. Ein nýggjur skal finnast, nú Andrias Magnussen eisini fer úr starvi. Hann hevur verið aðalskrivari seinastu fimm árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald