Innanlands

Sindur vátari enn forsagnirnar hava sagt

Tað bendir á, at ólavsøkuaftan verður turrari enn ólavsøkudagur

Soleiðis sá út í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Soleiðis sá út í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-07-28 12:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Veðrið hevur nógv at siga á ólavsøku. Tað eru helst fleiri sum minnast ringt aftur á ólavsøkuna í fjør, tá tað oysti niður báðar dagarnar.

Í ár eru betri líkindi hóast tað ikki er sól.

Andrias Klein Gregoriussen, veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya sigur við útvarpið, at tað í Havn í dag verður 7-8 metrar um sekundið av suðri og útsynningi. Kanska upp í 10 metrar um sekundið.

Skýggjað og támut við sirmi í støðum, men onkrir sólglottar vera eisini.

Út á náttina verður meira vindur, og í morgin ólavsøkudag verður eitt sindur av hvørjum. Fyrrapartin regn, men móti middegi klárnar. Fitt av vindi upp ímóti 13 metrum um sekundið.

Í annaðkvøld móti midnátt fer at regna aftur, men tað er ilt at siga júst nær. Vónandi er tað farið framvið áðrenn midnáttarsangin.

Sí annars veðrið á Portalinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder